Kveikið eitt ljós fyri mannarættindum

Í dag er altjóða mannarættindadagur og í tí sambandi varpar Amnesty International ljós á dagin og á at skriva brøv fyri at leggja trýst á stjórnir, ið bróta mannarættindini.

 

ST-yvirlýsingin um universell mannarættindi varð undirskrivað 10. desembur 1948. Øll limalondini í ST bundu seg til at verja og virða nøkur grundleggjandi rættindi uttan mun til politiskar, mentanarligar og átrúnaðarligar kringumstøður.

- Á altjóða mannarættindadegnum í dag, tann 10. desember, standa bjørtu vónirnar frá 1948 í skugganum av einum veruleika, sum seinnu árini er vorðin alsamt daprari. Kríggið í Sýria, søguliga stóri flóttafólkastreymurin og blóðugu álopini í París mynda tíðindaflutningin, men kring allan heimin verða minnilutar forfylgdir dag og dagliga, og triðja hvør kvinna undir sólini hevur verið fyri harðskapi onkuntíð í sínum lívi, skrivar Amnesty International Føroya deild í dag, sum heitir á fólk um at markera altjóða mannarættindadagin á ein hvønn hátt. Sjálvur hevur felagsskapurin samtykt, at høvuðsátøkini hjá felagsskapinum næstu árini verða at verja rættindini hjá fólkum í krígsraktum økjum, og at verja sonevndar  ”mannarættindaverjar”, sum í gerandisdegnum arbeiða fyri grundleggjandi rættindum sum t.d. talufrælsið og rættartrygd.

 

- Tá eg fyrstu ferð tendraði Amnestyljósið, hevði eg í huga kinesiska orðatakið, heldur kveikja eitt ljós enn at banna myrkrinum, verður stovnarin av Amnesty International, Peter Benenson.

 

Tað var grundleggjandi kenslan av rættvísi og trúgvin uppá, at einstaklingar kunnu gera ein mun, sum fekk Peter Benenson at tendra eitt ljós og seta á stovn Amnesty International í 1961. Í fleiri ár hevur Føroya deild í sambandi við altjóða mannarættindadagin heitt á fólk um at seta eitt ljós í gluggan fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi eru skerd.

 

- Vit eggja eisini fólki til at skriva brøv, og í sambandi við altjóða mannarættindadagin skipa allar deildir hjá Amnesty fyri einum heimsumfatandi skrivitátaki. Vit hava longu skrivað nærum 300 brøv, og í dag eru skrivitiltøk á Bókasavninum í Klaksvík, í Miðlatúni í Vági og í Sirkus í Havn. Eins og tað komandi dagarnar eru ein røð av skrivitiltøkum kring landið, t.d. á Býarbókasavninum í Havn, í Café Cibo í Runavík. Tú kanst eisini skriva og senda títt egna bræv heimanífrá. Les meira um hetta á MARATHON.AMNESTY.FO, skrivar Ammnesty International Føroya Deild.

 

Amnesty hevur skipað fyri brævaskriving í fleiri enn 50 ár, og hvørt ár gera brøvini mun. Heimsins lond eru ikki immun yvir fyri altjóða trýsti, serliga tá tey koma í túsundatali úr øllum heiminum í senn. Eitt dømi er 26 ára gamli Móses Agatugba, sum eftir tíggju árum á deyðsgongini í fongsli í Nigeria varð leyslatin, eftir at aktivistar hjá Amnesty høvdu skrivað fleiri túsundtals brøv til stjórnina í Nigeria.

 

- Stuðlarnir hjá Amnesty eru mínar hetjur, sigur Móses Agatugba í dag.