Tað eydnaðist David Carry, sum hevur eina ommu í Klaksvík, at svimja seg í finaluna í 400 metra frí. Tíðin hjá fjórðingsklaksvíksinginum var bara 1/10 part av einum sekundi betri enn tíðin hjá Páli Joensen.
David Carry er 30 ára gamal og er føddur í Aberdeen í Skotlandi. Hanne r búðsitandi í Onglandi og luttók eisini í OL í Beijing í 2008.
Tíðin hjá David Carry var 3.47,25, meðan Pál kom á mál við tíðini 3.47,36. Ein av favorittinum at vinna 400 metra frí svimjingina, Tae Hwan Park úr Suðurkorea, varð kolldømdur og verður tí ikki við í finaluni, sum verður í kvøld klokkan 19.49.