Tann 5. september í ár fara limirnir í kvartettini í Betesda til Nashville, har upptøkur til nýggja útgávu eru á skránni.
Jógvan Mortensen stendur fyri sangvenjingunum og er við í ferðini, meðan professionellir amerikanskir tónleikarar skipa endaliga tónleikin. Røddirnar vera eisini tiknar upp í USA har eisiniljóðbland og mastring verða gjørd.
Kvartettin byrjaði av fyrstan tíð at venja á heysti í 1968, og fyrsta almenna framførslan var til nýggjársveitslu í Betesda sama árið. Í kvartettini vóru tá Gerhard Tróndheim, Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og Árni Jacobsen – ungir dreingir frá 15-17 ár. Síðani hevur manningin skift. Umframt Gerhard og Árna syngja í dag Steinbjørn Jacobsen, Oddmar Marsten og Sámal Johannesen í kvartettini. Ein kvartett við 5 sangarum kann tykjast misvísandi, men kemur hetta av broytingum í 70-unum, tá onkur fór av landinum at lesa og annar loysti av, men allir hava síðani tá hingið við, og tá ein av sangarunum í dag er siglandi, er talið við hvørt 4 og við hvørt 5.
Í fyrstuni var navnið bara Kvartettin, men tá bólkurin í 1975 gav út LP-plátu og kasettuband – samanlagt 18 sangir – varð gjørt av, at navnið skuldi vera Kvartettin í Betesda, og soleiðis kalla teir seg tann dag í dag. Tónleikarar til útgávuna í 1975 vóru Jógvan Mortensen, Leif Mortensen, Eyðun Jacobsen og Andreas Hvannastein, og áðrenn og aftaná hava aðrir verið við í fylgispælinum.
Kvartettin í Betesda hevur í tíðarskeiðum verið sera virkin og hevur ferðast nógv innanlands til møti og tiltøk og var í 1977 eisini eina ferð í Danmark og Svøríki í somu ørindum. Aðrar tíðir hevur verið longri ímillum sangirnar.