Kvartettin í Betesda

Fríðálvur Jensen
----
– “Dýrdarlandið” er ikki bara andaligur boðberi, men eis­ini ein góð tónleikalig upp­­living
Tað er sanniliga ikki altíð, at ein følir seg verdan at seta orð á tónleikin og er tað júst tann kenslan, eg siti við.
Tá eg taki júst Kvartettina í Betesda fram, so er tað tí, at tað var í eini tíð, tá eg sjálv­ur royndi meg á tón­leika­pallinum, har tað júst vóru slíkir bólkar og sangarar, ið góvu okkum ávísan íblástur.
Kann eisini minnast Mið­náttarsangbólkin í Runavík, sum eisini tóku, millum ann­að, elektriskar guitarar við í teirra framløgum.
Í 70´unum var ein ávísur fjáltur á okkum innan anda­liga tónleikin í Føroyum - var tað nú sømiligt...?
Tá eg havi sitið og lurtað eftir nýggju útgávuni hjá Kvartettini, er hon øll inn­blást av góðum væl gjøgnum­førdum arbeiði.
Tað er eisini stuttligt at hoyra okkurt av eldru løg­un­um í nýggjum búna.
Eg skal ansa mær at taka nakran av sangarunum fram um annan, men eg minnist serliga kláru røddina hjá Sámal Johannesen, sum enn er klár og góð.
Hetta eru ikki unglingar, tí tann yngsti er 60- og tann elsti 73 ára gamal, men tað er avgjørt ikki eitt minus fyri útgávuna, tí røddirnar eru ikki verri enn í 70´unum – heldur tvørturímóti.
At teir hava valt stóra stigið, at fara longu ferðina yvir til Nashville, er sanniliga ein góð íløga, tí eg merki eitt væl gjøgnumført arbeiði, sum gevur útgávuni ein ser­ligan dám.
Tað sermerkta við út­gávuni “Dýrdarlandið” er, at hon ikki kann vísast til nakran ávísan aldursbólk – øll kunnu ogna sær útgávuna og fáa eina góða kenslu.
Sanniliga ein góð og gjøgnumførd útgáva, sum ivaleyst fer at liggju undir nógvum jólatrøum í ár og skal hon fáa 9 av 10 stjørnum frá mær.
Hoyr lagið “Sæl er mín sál:”
www.youtube.com/watch