Kvart millión til rithøvundar

275.000 krónur hevur Kringvarpið bundið seg til at rinda í ár fyri at senda tilfar hjá limum í Rithøvundafelagnum

Rithøvundafelagið og Kringvarp Føroya hava skrivað undir ein nýggjan sáttmála, sum fyribils kemur at galda fyri alt árið 2010.

Nýggi sáttmálin byggir á eina fastprísskipan, sum gevur Kringvarpi Føroya rætt at senda ritverk hjá limunum í Rithøvundafelagnum fyri eina fasta árliga upphædd, sum síðan verður goldin høvundunum at verkunum umvegis Rithøvundafelag Føroya.

Endamálið við nýggju avtaluni er at gera tað lættari hjá Kringvarpi Føroya at senda ritverk eftir føroyskar høvundar og týðarar og harvið gera skaldskap og rithøvundar nógv sjónligari í føroysku miðlunum.

Sambært sáttmálanum bindur Kringvarp Føroya seg til at rinda Rithøvundafelag Føroya 275.000 kr í árinum 2010 fyri rættindi, at senda útgivið og upphavsrættarliga vart tilfar hjá limum í Rithøvundafelag Føroya. Treytað av at játtanin til Kringvarp Føroya hækkar, fer upphæddin upp á 325.000 kr.
Miðast skal eftir, at av senda tilfarinum skal 50 prosent vera upprunatilfar og 50 prosent umsett úr øðrum málum. Hartil skulu 60 prosent vera nýinnlisið tilfar og 40 prosent endursendingar.

Eitt bókmentaráð við fýra limum, tevimum frá Kringvarp Føroya og tveimum úr Rithøvundafelag Føroya) skal skipast, at gjøgnumganga og gera tilmæli um sendingar. Reglugerð fyri bókmentaráðið skal gerast í samráð millum partarnar.