Kvamm er væl fyri

Fjórðings gøtumaðurin Simon Kvam, sum er millum annað er oddamaður í danska tónleikabólkinum Nephew manglar ikki pengar. Ekstrablaðið skrivar, at seinasti roknskapurin frá felagnum hjá honum, Walkie Talkie Boy ApS, hevur eitt avlop á 1, 4 milliónir krónur. Blaðið metir, at Simon Kvamm nú er góður fyri seks milliónir krónur.

 

Og tað er líkt til, at Kvamm sjálvur veit, at hann er verdur nakrar krónur, tí hann eltur sær eina mánaðarløn á 114.000 krónur úr felagnum hjá sær.

 

- Eg havi ikki verið heppin, eg havi arbeitt sera hart fyri hesum. Men eg eri eyðmjúkur um, at eg eri komin so langt, sigur Simon Kvam við Ekstrablaðið.

 

Nephew-sangarin, sum gevur fløgu út saman við Peter Sommer í dag, býr á Frederiksberg. Har hevur hann eina íbíuð ás 130 fermetrar, og hann og konan Stine Ellerbæk vænta nú teirra annað barn.