Kvalitetsvørur fyri bíligan penga

LÝSINGARTILFAR


Sp/f Byggitilfar er eitt nýtt føroyskt felag, hvørs endamál er at fáa til vega útvalt dygdartilfar til lágan verksmiðjuprís

Fólkið aftan fyri felagið hevur drúgvar royndir við húsabygging, bæði í Føroyum og uttanlands

Okkara kundar eru fyri tað mesta entreprenørar, handverksmeistarar og timburhandlar v.m. Men privatir kundar við størri ordrum eru sjálvandi eisini vælkomnir at biðja um eitt tilboð.


Byrjanin

Byggitilfar liggur mitt í býnum á Hoyddalsvegi nr 8, tætt við SMS yvir av KFUM, í gomlu húsunum hjá Gunnar Stockholm.

Byggitilfar er stovnað í 2003, tvs ein rættiliga nýggj fyritøka, sum í byrjanini bert legði seg eftir at selja vindeygu og betongelementir

Í byrjanini seldi Byggitilfar bert vindeygu og betongelementir. Byggitilfar hevur síðan  økt um úrvalið og verður hetta gjørt so líðandi, fyri at kunnu geva ein góða tænastu fyri allar vørurnar íð seldar verða.


Konseptið

Byggitilfar hevur einans specialiserað seg í at veita tær bestu útvaldu kvalitetsvørurnar innan vindeygu, betonelementir, gólv, flísar úr natúrsteini og glasveggum.

Byggitilfar er umboðað av Harald Winther Knudsen og Dánjal Paula Mohr.

Konseptið er einfalt, kundin skal hava møguleika at keypa tey bestu dygdarmerkini til sama og helst undir søluprísin frá øðrum støðum í Norðanlondum.


Søla og samstarv uttanlands

Tá prísir og góðska er kappingarfør í Norðanlondum selur Byggitilfar eisini til kundar uttan fyri Føroyar.

Byggitilfar hevur sera tætt samstarv við  nøkar av best kendu dygdarmerkjavørunum í byggivinnuni:


Velfac, vindeygu

Dinesen, gólv (massivt gólv)

Tinglev Elementfabrik (Betongdekk og –veggir)

DEKO, glasveggir

Stenex, nattúrsteinar og flísar


Dygdargóð vindeygu

Fyri at taka eitt dømi um teirra virksemi, er her valt, at lýsa vindeyguni, ið fyritøkan selur.

Við Velfac-vindeygunum er tað lættari at vera húsaeigari. Velfac vindeygu eru aluminium ella træ uttan. Hetta ger, at tey hóska bæði til nýggj og gomul hús. Vindeyguni verða framleidd eftir tørvi

og ynski kundans, og tey fáast í alskins sniðum.

Umframt haldgóða dygd, bjóðar Sp/f Byggitilfar, heili 10 ára garanti.



Niels Petersen

niels@sosialurin.fo