- Pensjónsreformurin, sum Fíggjarmálaráðið skjeyt upp, varð kvaldur millum sosialismu og kapitalismu, segði Eyðstein Djurhuus, formaður í FSN á aðalfundi felagsins Fyri lítlum ári síðan kallaði Fíggjarmálaráðið øll yrkisfeløg til framløgu av einum pensjónsreformi. Skotið varð upp, at allir løntakarar sum frá líður rinda 15% av lønini til eina lívrentu. Ætlanin var, at inngjaldið skuldi hækka við 1,5% um árið í 10 ár, til prosentið soleiðis var komið upp á 15.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, greiddi á aðalfundi fríggjadagin frá uppskotinum.
- Feløgini vórðu biðin at gera skrivligar viðmerkingar til uppskotið, og samdust manningarfeløgini um at gera felags viðmerkingar.
Hann segði, at fyri at kanna eftirlønarviðurskiftini hjá sjófólki varð ein Gallup-kanning gjørd. Henda kanning vísti, at sjófólk sum heild hava lítlan áhuga fyri og vitan um eftirlønarviðurskifti.
- Í viðmerkingunum vístu vit á, at sjófólk ikki hava eins góða pensjónsskipan sum aðrir løntakarabólkar.
Eyðstein sigur, at feløgini vístu á, at í fiskiskipaflotanum samráðast menn ikki um eina árliga lønarhækking, sum kann nýtast til eftirløn - ella sum rein lønarhækking.
- Í pensjónsskipanini við einum inngjaldi fyri hvønn mynstraðan dag, hava reiðarar latið út yvir tað vanliga partsbýtið. Nú hevur Reiðarafelagið meldað út, at um vit vilja hava meir í eftirløn, mugu vit lata onkra aðrastaðni.
Eyðstein Djurhuus helt fyri, at pensjónsreformurin fekk eina komiska lagnu.
- Arbeiðarafeløgini mótmæltu harðliga, tí tey vilja varðveita sínar egnu solidarisku skipanir, og bankarnir vóru eisini ímóti, tí teir vilja ikki missa viðskiftafólk.










