Kvívíkingur snýtti Ørv

Mest óvæntaða úrslitið var, at Ørvur ikki megnaði at vinna. Kvívíkingar søgdu seg avgjørt hava roknað við møguleikanum at vinna, og harvið at bjarga róðrarárinum

Tað var ikki so undarligt, at teir umborð á Ørvi vóru ógvuliga vónbrotnir, tá ið teir vóru komnir í land aftur. Teir høvdu havt møguleikan sum fyrsti bátur nakrantíð at vinna sjey FM róðrar í einum og sama kappingarári, men tað miseydnaðist. Tað kundi kanska verið hugsandi, at teir høvdu tikið í so lætt upp á uppgávuna, nú teir so sera sannførandi høvdu vunnið teir fyrstu seks róðrarnar, men teir avvístu so staðiliga, at teir høvdu undirmett uppgávuna:
? Vit róðu akkurát, sum vit hava gjørt í hinum seks róðrunum. Nú aftaná kunnu vit ikki siga, at vit ikki vóru nóg nærlagdir, tí vit vistu frammanundan, at alt skuldi leggjast í fyri at vinna. Vit gjørdu okkara besta, men hesa ferð var tað ikki nóg gott, tí Kvívíkingur megnaði tað betri enn vit, segði Halgir Dahl?Olsen, sum hevur verið framúr bátsformaður og íblásari umborð á Ørvi, sum, hóast hann ikki vann á Ólavsøku, kortini er mest sannførandi FM vinnarin í ár.

Leyp avstað
Kvívíkingur leyp avstað. Hann vann ein hálvan skut í fyrstu tøkunum, og kvívíkingar mistu ongantíð gulu troyggjuna, um tað ber til at draga eina ófullkomna mynd úr fronsku súkklukappingina inn á Havnarvág.
Kvívíkingur økti støðugt um munin, men tá ið bátarnir komu á Molan, tóktist tað sum um, at Ørvur ætlaði sær at svara aftur, og so kundi tað líkst, at tað skuldi ganga, sum tað hevði gjørt í undanfarnu kappingunum, tá ið Ørvur ikki altíð hevur fingið besta startin. Men tað tørnaði ikki út soleiðis. Munurin øktist til eina bátslongd, Kvívíkingur var eina løtu leysur av Ørvi, og sjálvt um teir umborð á Ørvi royndu at svara aftur og løgdu alt í, so minkaði munurin ongantíð til minni enn tríkvart bátslongd.
At Kvívíkingur var fremstur og at Argjabáturin endaði á triðja plássinum hevði við sær, at teir báðir endaðu á sama stigatali, og so fekk Kvívíkingurin silvurkrónurnar og so sjálvandi gullstásið fyri at hava vunnið á Ólavsøku, og tað var hetta síðsta, sum taldi mest:
? Vit vunnu FM í fjør, og tá kiksaði tað á Ólavsøku, sum Argjabáturin vann. Í ár hevur Ørvur verið suverenur, men vit trúðu fult og fast uppá, at tað skuldi fara at eydnast at bjarga róðrarárinum við sigri á Ólavsøku, og vit eru ovurfegnir um, at tað eydnaðist, var viðmerkingin hjá teimum umborð á Kvívíkingi, og tað var týðuligt, at teir meintu hvørt orð, sum teir søgdu!
Kvívíkinginum verður ynskt tillukku við sigrinum á Ólavsøku, og Ørvi verður enn eina ferð ynskt tillukku við FM heitinum.