Tað er vorðið ein vani ella ein óvani. Tað valdast um eyguni, sum síggja. Men eingin ivi er í Kvívík um, at tað er ein deiligur og góður vani. Í fjør snýtti Kvívíkingur FM vinnararnar umborð á Ørvi á Ólavsøku.
Hesa ferð var Argjabáturin stórfavorittur, tí hann hevði vunnið allar tær seks undanfarnu FM kappingarnar.
Kappingarnar á styttru teinunum fyrr í summar høvdu kanska givið onkra ábending um, at tað ikki bara fór at verða sum fótur í hosu hjá Argjabátinum at vinna á Ólavsøku. Kvívíkingur og Nevið Reyða hava verið framvið, og hesir báðir bátarnir settu størsta dámin á róðurin hesa ferð.
Á Argjahøvda vóru nógv viðhaldsfólk hjá Argjabátinum. Rópini geltu frá teimum, og tað var ikki frítt, at dndurskot eisini vóru at hoyra. Men starturin bendi ikki á, at hetta setti eld í Argjabátin.
Heldur vóru tað kvívíkingar og klaksvíkingar, sum tað riggaði best hjá. Eftir umstart eina ferð lupu Nevið Reyða og Kvívíkingur avstað. Tað var skjótt, at Kvívíkingur hevði økt munin aftur til Nevið Reyða til eina hálva bátslongd. Argjabáturin var skjótt eina hálva bátslongd aftanfyri Nevið Reyða og harvið eina heila bátslongd aftanfyri Kvívíking, og tað sá einki út hjá meistarunum.
Men tá ið bátarnir vóru ikki so langt frá Molanum tóktist tað sum um, at Argjabáturin hevði hug at røra á sær. Teir tóktust hava funnið stevið eftir ikki serliga sannførandi startin, og nógv bendi á, at kappingin skuldi myndast soleiðis, sum tær hava gjørt allar hinar seks ferðirnar fyrr í summar.
Argjabáturin royndi at bjóða Nevinum Reyða av, men tað eydnaðist ikki hjá meistarunum. Heldur hevði Nevið Reyða hug at bjóða Kvívíkinginum av. Tað eydnaðist ikki Nevinum at vinna og harvið at fáa fyrsta og einasta sigurin til Klaksvíkar í ár, men endin á róðrarárinum hjá teimum var virðiligur, tí teir vóru á næstfremsta plássinumvæl longri frá triðja plássinum, enn teir vóru frá fremsta plássinum. Tað ber næstan ikki til at vera nærri við at vinna og kortini ikki at gera tað, enn Nevið Reyða var hesa ferð.
Kvívíking kundi hvørki klaksvíkingar ella argjamenn gera nakað við. Kvíkingur var ? júst sum teir vóru tað í fjør - sannførandi vinnari. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku.
- Einki hevur riggað og stemmað hjá okkum fyrr í summar. Tí hava vit undan Ólavsøku so at siga fyrireikað okkum av nýggjum. Málið var at vinna, og vit eru ovurfegnir um, at tað eydnaðist, staðfestu kvívíkingarnir.
Men FM steypið kundi eingin taka frá Argjabátinum, sum hevur verið tann mest sannførandi í summar. Enn eina ferð verður Argjabátinum ynskt tillukku við FM heitinum, sum er tað áttanda hjá Argjabátinum. Teir hava vunnið í 1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000 og so aftur í 2004.










