Kvívíkar kommuna ætlar at byggja demensheim

Kvívíkar kommuna, sum er partur av VEKS samstarvinum, arbeiðir við ætlanum um at byggja eitt demensheim í Leynum. Almannamálaráðið ynskir at leiga seg inn, men málið er steðgað í Fíggjarmálaráðnum.

Kvívíkar kommuna, sum er partur av VEKS samstarvinum, arbeiðir við ætlanum um at byggja eitt demensheim í Leynum. Almannamálaráðið ynskir at leiga seg inn, men málið er steðgað upp í Fíggjarmálaráðnum.

— Vit eru fýra kommunur í VEKS. Hinar hava hvør sítt heim, men vit hava einki. Samstundis vera tað fleiri eldri í kommununi, og tí er tørvur á einum heimi afturat, sigur Heri Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu.

Tað eru tær fýra kommunurnar Eiði, Sunda, Kvívíkar og Vestmanna kommunur, ið eru saman um VEKS samstarvið. Eiði, Sunda og Kvívíkar kommuna eru samdar um, at eitt heim verður bygt í Kvívíkar kommunu, men Vestmanna kommuna tekur ikki undir við hesum.

Hóast ikki fulla senju í VEKS, so ætlar Kvívíkar kommuna at fara í gongd. Tvær milliónir krónur eru settar av á fíggjarætlanini í ár.

— Vit hava sett tvær milliónir krónur av, sum skulu nýtast til keyp av lendi, tekningar og planering. Heimið skal eftir ætlan vera í Uppibø í Leynum, sigur Heri.


Knútur millum Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið

Hann vísir á, at sambært samstarvssáttmálanum hjá VEKS kann Kvívíkar kommuna gera íløguna og byggja, og so leigar VEKS frá Kvívíkar kommunu í 20 ár. Tá ið tann tíð er farin, eigur VEKS heimið. 

VEKS hevur í eina tíð havt yvirkapasitet, og eldraøkini í Tórshavnar kommunu og samstarvinum Nánd, hava leigað pláss frá VEKS samstarvinum.

Hóast pláss hava verið tøk í økinum, so er Heri sannførdur um, at tørvur er á einum heimi afturat.

— Talið á eldri borgarum økist nógv her í kommununi, og tørvurin er har.

— Almannamálaráðið er áhugað at leiga nøkur pláss frá okkum til borgarar undir 67 ár, sum hava tørv á stovnsplássi. Málið er farið víðari til Kristinu Háfoss í Fíggjarmálaráðnum, men har er tað steðgað upp. Vit fáa ikki nakað svar aftur, sigur Heri Müller.

VEKS hevur fleiri ferðir rykt eftir svari, men enn er einki komið.

— Tað vísir seg, at knúturin er millum Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið, sigur Heri.
Óansæð, hvat svarið verður um leiguavtalu við tað almenna, so ætlar Kvívíkar kommuna tó í gongd við at byggja.

— Ja, vit fara í gongd undir øllum umstøðum. Vit bíða ikki longur. Men um Almannamálaráðið var við frá byrjan, so kundu tey eisini lýst sín tørv til innihaldið í bygninginum. Ætlanin hevur verið at bygt eitt heim til 16 búfólk. Møguligt tað verður minni, um Almannamálaráðið ikki er við.

Kommunan rindar nógv eyka til eldraøkið
Hann vísir á, at kommunan er væl fyri fíggjarliga, men at neyðugt verður eisini at taka lán til byggingina. Hvussu nógv heimið fer at kosta, veit hann ikki enn.

Hann vísir annars á, at Kvívíkar kommuna hevur stórt undirskot av eldraøkinum.

— Vit hava eitt hall á 1,3 milliónir krónur svarandi til 25 prosent av íløgukarminum. Hetta er orsaka av, at vit ikki hava nógvar útisiglandi sjómenn í kommununi. Vit eru beint niðanfyri 700 fólk í kommununi, so vit eru ein av kommununum, ið merkir stóran sviða av verandi fíggjarleisti av eldraøkinum, sigur Heri Müller