Kvívík vil eisini basa rottu

- Tá rotta er fráboðað, koma fólk frá kommununi at seta tiltøk í verk fyri at basa rottuni, siga tey í Kvívíkar kommunu.

Kvívíkar kommuna legði fyrr í vikuni út á sína heimasíðu eina fráboðan til sínar borgarar um rottu.

 

Í fráboðanini verður víst til nýggju kunngerðina um fyribyrging og týning av rottu, sum kom í gildi hin 16. november í fjør, og sum Umhvørvisstovan nú umsitur og hevur eftirlit við.

 

Kvívíkar kommuna heitir á sínar borgarar um at boða frá, um fólk síggja rottu. Hetta kann gerast við at ringja til kommununa - ella við at senda teldupost á kvivik(at)kvivik.fo

 

- Tá rotta er fráboðað, koma fólk frá kommununi at seta tiltøk í verk fyri at basa rottuni, siga tey í Kvívíkar kommunu, sum soleiðis eisini eru farin í hernað móti rottu.