Kvívík í søgu og søgn

Rólant Lenvig: Kvívíkar sókn í søgu og søgn.
Útgevari: Kvívíkar Kommuna.

Hetta søguliga verk er 568 bls. og úrslit av longum og drúgvum kanningararbeiði. Listi aftast í bókini yvir skrivligar heimildir vísir, at høvundurin hevur troytt teir møguleikar, sum yvirhøvur eru til taks at leita til um fólk og land til tess at kanna og granska fólksins lív og dagligu tilveru í hesum parti av landi okkara serliga.
Kvívík, ið avgjørt má metast at vera landnámsbygd, gjørdist prestbygd fyri Norður-Streymoy í fyrstu katólsku tíðini, eftir tað at kristindómurin hevði skipað seg sum bispadømi her á landi.
Tað fekk eina altavgerandi ávirkan søguliga sæð á bygdarlívið har og á sóknina yvirhøvur, soleiðis sum henda so greidliga gevur góða mynd av.
Høvundurin, sum sjálvur hevur havt arbeiði sítt og bústað í Kvívíkar sókn meira enn fjøruti ár, hevur eisini fingið nógva vitan frá eldri, søgufróðum fólki har um leiðir um ættarfólk, bústaðir, arbeiði í bø og haga og á sjógvi, eins og um serligar tilburðir og gamlar sagnir. Flestu av hesum søgufróðu eru ikki okkara millum í dag.
Nógv av bygdarviðurskiftunum hevur snúð seg um arbeiði og ognarviðurskifti í bø og haga gjøgnum tíðirnar. Fyri at fáa nakað munandi at vita um hetta, hevur tað skrivliga tilfarið um hesi mál fingist úr jarðarbókum, skiftibókum, tingbókum og kirkjubókum. Umframt sigur høvundurin, at hann eisini hevur nýtt veðhaldsbøkur, fútaroknskapir og fundarbøkur hjá prestastættini o.m.a.
Í formælinum verður m.a. sagt: Vit fáa úr hesi søgu at síggja, hvussu stórur munur var millum embætisvaldið og tann meiniga mannin og tey rættindi, sum hesir báðir samfelagsstættir høvdu, og hvussu stórt hald og vald prestarnir høvdu á tí meiniga manninum.
Bókin Kvívíkar sókn í søgu og søgn hevur nógv tilfar viðvíkjandi sakarmálum og rættargangi. Tey, ið hetta lesa, kunnu fáa innlit og greiða hugmynd av tí dagliga lívinum hjá fólki okkara eini 3-400 ár aftur í tíðina og við tí kunnu fáa at kenna okkara søgu nærri.
Aftast hevur bókin manntalslistar frá 1801 og yvirlit yvir arbeiðsfólk og leysar persónar í 1775. So eru her listar yvir staðanøvnini í sóknini, sum kendir persónar í Kvívík, Leynum og á Skælingi hava savnað. Fleiri teirra eru ikki á lívi nú. ? Tær sokallaðu Løbners tabellirnar frá 1814 eru eisini við, sum her viðvíkja Kvívík, leynum og Skælingi.
At enda eru yvirlit yvir jarðir innan- og uttangarðs úr Taxatiónsprotokollini frá 1873 og kort.