Kvøldskúlin sýnir fram

Størsti kvøldskúlin í landinum hevur framsýning í Eysturskúlanum í dag og í morgin Fyrsti várdagur er farin aftur um bak, og so við og við verður innandura virksemið hjá mongum lagt á hillina fyri hesa ferð.

Í dag og í morgin, pálmasunnudag, bjóðar órshavnar kvøld- Ungdóms- og Listaskúli til framsýningar.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur framsýningina í dag kl. 14, og í tí sambandi verður eisini nýggja heimasíðan hjá kvøldskúlanum latin upp.

Framsýningin er opin í dag og í morgin kl. 14 til 19, og báðar dagarnar verður tónleikur á skránni.