Kvøldskúlarnir

   

Maud Wang Hansen
Námsfrøðingur
??????
Gíslatøka, rættar ikki uppá okkara plasering á ST-listanum, har vit frammanundan eru samanborin við Uganda og Kenya, tá tað snýr seg um samfelagsviður-skiftini hjá fólki ið bera brek.

Nú er tjakið um kvøldskúlavirksemi fyri menningartarnað ella um serundirvísingina hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla blivið eitt heitt evni.
Eg havi hildið mær og býða til onkur annar fór at gera vart við seg og sína hugsan um hetta málið.
Eftir at hava ásannað, at fólk í bera brek bert eru landsborgarar og ikki kommunalborgarar, siti eg eftur við einum beiskum smakki í munninum.
Vit siga at Tórshavnar kommuna er fyri allar borgarar ið her búgva, men vit síggja at tað er ikki so. Munur verur gjørdur á um tú ert fullførur ella ikki.
Hesin bólkur av fólki, sum dagliga passar seg sjálvan og ikki er til ampa fyri nakran í okkara samfelag, kanska tvørturímóti, sum er við til at vaksa um menniskjansligu virðini í nær-umhvørvinum har tey búgva, arbeiða og ferðast til dagligt, skal nú aftur óskiljandi vera vitni til at pláss ikki er fyri teimum.
Hvørt serundirvísing er ein landsuppgáva ella kommunaluppgáva, munnu tey fáu gáa um. Við einum pennastrokið er alt kvøld- og ungdómsskúlavirksemi tikið frá teimum.
Hví gera tey ikki vart við seg, tey sum eru rakt?
Tí tey tora ikki, tey eru ikki von við at brúka miðlarnar til at vísa á skeivleikar í teirra dagligdegi, tey liva bara við teimum eins og tey liva við sínum brekum uttan at rópa upp.
Tey vera ikki vird sum aðrir borgarar í Tórshavnar kommunu og tí vita tey ikki hvønn tey skulu fara til.
Hvørja ferð námsfrøðingar standa framm fyri tey menningartarnaðu fyri at kæra teirra neyð, hoyra vit, at tey hava so nógv at ganga til og tey ferðast altíð og tey síggja altíð glað út.
Hetta eru tómir flosklar og er bert eitt úttrykk fyri manglandi innlit í dagligdagin hjá teimum sum bera brek.
Hevur nakar miðli sett seg í samband við tey sum eru rakt av hesum skeringum? Mær vitandi, nei!
Á temadegi í Norðurlandahúsinum var haft frammi, at vit gera órætt tá vit tosa um tey "veiku" í samfelagnum. Og tað er púra satt, fólk ið bera brek eru ikki veik í sær sjálvum, men tey vera gjørd veik tá møguleikarnir fyri at vera virkin vera tiknir frá teimum. Í hesum førum møguleikarnir til at hava eina læruríka, mennandi og jaliga samveru við líkastillaðum á kvøldskúlanum.
Ein keta er ongantíð sterkari enn tað veikasta liðið. Og ein skipan sum tekur menningartarnaði og onnur sum bera brek gíslar í einum politiskum peningastríði, er ein veik skipan.