Í vetur verður møguleiki at ganga í kvøldskúla á Sandoyar Meginskúla. Evnini eru so ymisk sum ymiskt handaligt, landbúnaður og myndaveving.
Ymiskt handaligt verður við Jóhannu Ø. Hentze og er m.a. umfatað av seyming, nálatøving og brodering.
Kvøldskúlaskeiðið í lanbúnaði fevnir um tveir vetrar. Skeiðið inniheldur fakini Lívfrøði og Náttúra (20 tímar), Húsdjór (40 tímar), Plantur (40 tímar), Tøkni (40 tímar), Búskap (40 tímar) og til seinast Verkætlan (20 tímar), ið er ein endalig uppgáva. Fyri hvørja lærugrein er próvtøka, og eftir lokið skeið fáa luttakararnir skeiðsváttan. Staðið skeið er minsta krav fyri at yvirtaka festi við meira enn 50 áseyðum.
Myndavevingina fer Súsan í Jákupstovu at standa fyri.
Sagt verður, at freistin at boða frá luttøku er úti mánadagin.