Kvøldseta við NePtuN

Í samband við útgávuna av yrkingasavninum Smátúgvur hjá NePtuN, verður skipað fyri kvøldsetu í VB húsinum leygarkvøldið

Áhugafelagið Ráaklettur skipar leygarkvøldið 20. november fyri kvøldsetu í VB húsinum í Vági. Kvøldsetan verður í samband við, at NePtuN, Niels Petur Nolsøe, hevur givið út yrkingasavnið Smátúgvur.
                      Á skránni eru framførslur, sangur, upplestur, frásagnir og undirhald.
                      Byrjað verður klokkan 20 og atgongumerki á 50 krónur kunnu keypast á Kunningarstovuni í Vági. Best er at liggja framvið í góðari tíð, tí avmarkað atgongd er til tiltakið.                      Ráaklettur skipar fyri og felagið boðar frá, at ágóðin frá tiltakinum fer til útgávuna av savninum Smátúgvur.