Kvøldseta við bóka- og fløguútgávu

Í sambandi 90 ár eru liðin síðan røðarin, skaldið og rithøvundurin Petur W. Háberg varð føddur, var skipað fyri almennari kvøldsetu í Ebenezer týskvøldið 31. august

Rættuliga nógv fólk vóru savnaði í Ebenezer í Havn týskvøldið í samband við at 90 ár vóru liðin síðan røðarin, skaldið og rithøvundurin Petur William Háberg varð føddur.

Hann varð føddur í Havn 31. august 1914 og doyði 70 ára gamal 25. oktober 1984.

Svenning av Lofti leiddi kvøldið, og hann segði frá ymiskum áhugaverdum um Petur Háberg.

Dánjal Poulsen frá Evangelisku Røddini segði nøkur orð í sambandi við
nýggju fløguna, sum ber heitið ?Kom, sæla stund", har 19 sangir eru á, sum Petur Háberg hevði yrkt og týtt.

Zacharias Zachariasen frá forlagnum Leikerið í Gøtu, sum hevur givið bøkurnar hjá Peturi Háberg, Søgur um Sangir 1 og 2, út av nýggjum,
segði eisini nøkur orð í hesum sambandi.

Bæði Dánjal Poulsen og Zacharias Zachariasen, sum kendu Petur Háberg sera væl, hugleiddu eisini um hann.

Síðan handaðu teir fyrstu eintøkini av bókini og fløguni til Hjørdis Háberg, konu Petur Háberg, sum var við til kvøldsetuna.

Umframt sangkórið í Ebenezer sang eisini kórið í Frelsunarherinum og Finnur Hansen sang saman við dóttrini Miriam, og Victor Carlsen sat við flyglið. Eisini luttóku Dupultkvartettin, Brita á Váli Smith, og Elin og Ingun, sum eru abbadøtur hjá Peturi Háberg.

Seinasti talari var Páll á Lakjuni í Fuglafirði, greiddi sera livandi frá tíðini, tá hann sum ungur kom til Havnar og bleiv ein partur av undómsarbeiðinum í Bíbliuklassanum hjá Peturi Háberg.