Tónaskøld úr Vágum hava gjørt løg til sálmar og sangir, sum verða framførdir á kvøldsetuni.
Vágakórið syngur undir leiðslu av Katrin á Borg Johannesen. Knút Olsen hevur gjørt lag til ein av sálmunum. Umframt Knút Olsen, hava Holgar Jacobsen, Valdemar á Løgmansbø og Jón Eirik Joensen, sum eisini er organistur í Miðvágs kirkju, gjørt løg, og framføra á kvøldsetuni. Eftir løtuna í kirkjuni, verður boðið til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum, skriva prestarnir í Vága prestagjaldi.