Kvøldseta í Miðvági

Tíðindaskriv



Í ár eru 60 ár liðin síðan 62 føroyingar fóru á hvalaveiðu í Suðurhøvum við Willem Barendsz. Í hesum sambandi skipar Miðvágs Fornminnafelag fyri kvøldsetu í Bygdaskúlanum í Miðvági leygardagin 2. september kl. 19, har m.a. myndir og annað forvitnisligt frá túrinum verður sýnt fram.
 
Av teimum 62 sum fóru avstað, eru 5 á lívi í dag og tvier av teimum, Ludvík Jacobsen í Miðvági og Martin Tórgarð, ættaður úr Nólsoy og búsitandi í Havn, koma at siga frá túrinum, sum vardi í 8 mánaðir. 
 
Langt var at fara, og nógv var at síggja hjá hesum monnum, sum næstan komu á Suðurpólin.
 
Brot úr dagbók hjá einum av teimum sum við vóru verður lisin upp.
Sangur og drekkamunnur eru eisini á skránni. Kostnaður kr. 40,00.