Í kvøld verður kjak um fiskivinnuna

Sjómannadagurin leggur fyri í kvøld við kjakið

Fiskivinnunýskipanin verður evnið á stórum kjakfundi, sum verður í Klaksvík í kvøld. Hvussu roynist nýggja lóggávan, og hvussu gongur við skiftinum frá fiskidagaskipanini til eina kvotuskipan fyri heimaflotan? Tað eru spurningarnir, sum panelluttakararnir skulu svara, sambært Norðlýsinum. Fiskivinnutingið er ein almennur fundur, har eisini áhoyrarnir fáa høvi at seta politikarunum spurningar. 

 


Luttakarar:
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Poul Michelsen, formaður í Framsókn


 
Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. Fiskivinnutingið verður hildið í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík mikukvøldið 15. august klokkan 19, skrivar Norðlýsið.