Í kvøld verða trý fólk heiðrað

Les her, hvørji tey nígggju fólkini eru, sum kunnu verða heiðrað í annaðkvøld fyri at hava skarað framúr í ferðavinnuni í Føroyum

 

 

Í hesum døgum er ferðavinnustevna í Føroyum og í tí sambandi fáa trý fólk í ferðavinnuni heiðursbræv fyri at hava gjørt eitt serliga stórt og týdningarmikið arbeiði fyri ferðavinnuna.

 

Heiðursbrøvini verða latin á veitslu á Hotel Føroyum í annaðkvøld

 

Eitt heiðursbræv skal latast til arsins ferðavinnufólki, sum er ein, ið ger eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga er í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Tað er eitt fólk, eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan, siga fyrireikararnir.

 

Eisini fær ársins eldsál heiðursbræv. Tað er ein, ið serliga hevur gjørt vart við seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

 

Og triðja heiðursbrævið fer til ársins nýbrot, sum er onkur, ið hevur havt dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hevur fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika.

 

 

Tey, sum eru í uppskoti at fáa ársins heiðursbrøv, eru:

 

Ársins ferðavinnufólk:

Nancy Justinussen, Atlantsflog

Mimmy Vágsheyg, Café Fríða

Sunniva Arge, Hotel Hafnia

 

 

Ársins nýbrot:

Eplafestivalurin

Reika Adventures

Visit Nólsoy

 

 

Ársins eldsál:

Fríðun Jacobsen, Greengate

Eirik Suni Danielsen, Gjáargarður

Maria á Lofti, Atlantsflog

 

 

Í dómsnevndini sita Thora Augustinussen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Ferðaráðið og Sølvi Simonarson fyri Kunningarstovurnar.