Á fundi í Norðurlandaráðnum í Reykjavík hevur Jenis av Rana ongar trupulleikar við at eta saman við samkyndu forsætisráðfrúuni, Jóhonnu Sigurðardóttir, sum hann ikki vildi sita til borðs við í Føroyum í summar.
- Jú, eg rokni við, at eg fari við til døgurðan. Tað plagi eg altíð, tá eg eri á Norðurlandaráðsfundi, segði Jenis av Rana við netvarpið hjá Morgunblaðnum, tá tey spurdu hann, um hann kundi sita til borðs við samkyndu Jóhonnu Sigurðardóttir, sum í kvøld hevur boðið øllum luttakarunum á Norðurlandaráðsfundinum til døgurða.
Tað vakti ans, tá Jenis av Rana í summar noktaði at fara til døgurða saman við Jóhonnu Sigurðardóttir og konu hennara, Jóninu Leosdóttir. Hann segði tá, at vitjanin hjá henni var ein provokatión. Men við íslendsku miðlarnar er Jenis av Rana als ikki so hvassorðaður, sum hann var í summar.
Hann vísti í samrøðuni á sjónarmiðini hjá Miðflokkinum um samkyndan livihátt, sum tey ikki kunnu góðtaka, tí tey vilja skipa samfelagið á Bíbliunnar grund. Spurdur um hetta ikki er ein gamaldags hugsunnarháttur segði Jenis av Rana, at tað er tað kanska.
Men tá hann varð spurdur, um hetta ikki er at isolera seg, var hann als ikki samdur:
- Tú kanst hyggja í eitt atlas, so sært tú, hvør isolerar seg. Tað eru kanska 4-500 milliónir menniskju, sum hava handan hugsunarháttin, meðan tað eru milliardir, sum eru samd við okkum, segði Jenis av Rana.