##med2##
Lagið er framúr í Vestmanna í kvøld. Okkaradeildarliðið hjá VÍF vann í høllini í Vestmanna sera týðandi 23-21 sigur á oddaliðnum, H71. Í steðginum var VÍF á odda 10-9.
Hetta merkir, at VÍF er trý stig frammanfyri StÍF og KÍF.
- Vit lovaðu okkum sjálvum, at eitt slíkt avrik sum tað móti KÍF skuldu okkara trúgvu áskoðarar ikki uppliva aftur, segði ein glaður VÍF-venjari, Hjalmar Klein Olsen aftaná dystin.
Pætur Mikkjalsson sum skoraði tvey mál fyri H71 í kvøld staðfesti, at tað er altíð súrt at tapa, serliga tá ein fer út á bygd at spæla. Men hann lovar, at H71 fer at reisa seg leygarkvøldið við einum sigri á KÍF í høllini í Kollafirði.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum KÍF og H71 á FM1.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Hjalmar Klein Olsen og Pætur Mikkjalsson. Fremst hoyrist Sjúrður siga frá allarseinastu løtuni av dystinum.
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|
| H71 | 15 | 424 | 350 | 74 | 24 |
| VÍF | 16 | 440 | 409 | 31 | 20 |
| NEISTIN | 15 | 405 | 363 | 42 | 18 |
| KÍF | 15 | 393 | 361 | 32 | 17 |
| STÍF | 15 | 417 | 426 | -9 | 17 |
| KYNDIL | 14 | 358 | 377 | -19 | 8 |
| TEAM KLAKSVÍK | 14 | 288 | 439 | -151 | 0 |










