EB/Streymur er staðfestur uppflytari úr 1. deild, og verður partur av effodeildini komandi ár. Tað gjørdist greitt, tá EB/Streymur fyrr í dag vann 2-1 á B71 heiman á Sandi.
Patrick Toh leyp hvøkk á EB/Streym við at leggja B71 á odda longu tá sjey minuttir vóru farnir. Eitt korter seinni var EB/Streymur tó aftur á sigurskós, tá Niklas Kruse við tveimum málum tryggjaði EB/Streymi sigurin, og uppflytingina í góðari tíð.
EB/Streymur hevur 58 stig. FC Suðuroy á triðja plássi hevur 39 stig, og hevur seks dystir eftir. FC Suðuroy kann í mesta lagi fáa 57 stig, so tískil er EB/Streymur staðfest effodeildarlið komandi kappingarár hóast teir hava fimm dystir eftir at spæla.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum in.fo/Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Arnar Dam fyri løtu síðani. Arnar Dam heldur hópin verða somikið sterkan, at um teir bert styrkja seg við tveimum ella trimum spælarum, so skuldi tað verið avgjørt møguligt hjá teimum at hildið seg í effodeildini komandi ár.
Veitslustund er í felagshúsinum hjá EB/Streymi við Margáir, har nógv fólk er samankomið fyri at fagna EB/Streyms-leikarunum.