Í kvøld er síðsta freist at melda seg til Regatta

(FM1) Hoyr ljóðsamrøðu við fyrireikaran her

 

Skal mann vera við til ársins Regattasigling í Hósvík, so er síðsta freistin at melda seg til í dag. Sambært formanninum í Hósvíkar Róðrarfelag, Hans Marius Høgnesen, hava umleið 70 meldað seg til higartil. 

- Vit plaga at vera umleið 110 bátar, so har er eitt sindur eftir enn, segði Hans Marius Høgnesen í tíðindasendingini á FM1 í dag.

Regattasiglingin verður fríggjadagin, og leygardagin verður eisini ymiskt á skránni.

Á pílinum undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Hans Marius Høgnesen. Hann greiðir frá, hvussu ársins Regatta-tiltak verður skipað, og hvat verður á skránni.