Tað er vakurt veður í kvøld, fullmáni og stilli. Danska veðurstovan DMI sigur frá, at tað í nátt verður sera kalt. Tí meðan tað nú er millum 2 hitastig og 4 kuldastig, so verður í nátt niður í heili 8 kuldastig í pørtum av landinum.
Tað merkist longu á vegunum, tí Landsverk sigur frá, at tað er kált á Kamdsdali, á Gøtueiði, á Høgareyni, á Oyggjarvegnum við Norðadalsskar og í Kaldbaksbotni.
Annars er púra stilli. Mátararnir hjá Landsverki siga frá, at ongastaðni í landinum eru meira enn 9 m/s í kvøld, og summa staðni 2 m/s.