Í kvøld byrjar sætti Summar Festivalurin. Millum nøvnini, sum kunnu upplivast í kvøld, eru Nik & Jay, The Dreams og Guðrið Hansdóttir Fyrsta tiltakið á Summar Festivalinum verður í kvøld kl 19.15. Tá verður Trølla show á stóra palli á Vágsbøi.
Síðani verða konsertir við Moby The Pink Pilot, Hallur Joensen & Kristinu Bærendsen og Guðrið Hansdóttir, áðrenn høvuðsnavnið í kvøld, Nik & Jay, fara á pallin klokkan 22.00. Eftir Nik & Jay verða framførslur við Boys In A Band og The Dreams.
Summar Festivalurin heldur fram fríggjadagin og leygardagin, og millum bólkarnar, sum fara at spæla næstu dagarnar, eru Robin Gibb, ABBA The Show, Dynamitt, Páll Finnur Páll, Frændur og Chase.