Týr varð í kvøld kosið sum ársins føroyska tónleikanavn í 2008 Saman við Boys in a Band, Teiti Lassen, Lizzie og Orka vóru Týr í uppskoti til virðislønina, har lurtarar og hyggjarar hjá Kringvarpinum kundu greiða atkvøðu um, hvør skuldi fáa stóra heiðurin sum ársins tónleikanavn.
Sjálvir hildu víkingarnir, at teir hava arbeitt sera hart fyri hesum heiðrinum. Og sum onkur teirra tók til, so hava teir alla tíðina arbeitt fyri sínum gjøgnumbroti uttanlands, so tað var nú ikki so galið, at føroyingar nú eisini staðfestu, at okkum øllum dámar gomlu kvæðini í nýggju rokk-útsetingunum