Kvøðan frá løgmanni, nú Norðurlandahúsið verður 25 ár:

Livandi prógv um vinalag

Føroyingar eru norðurlendsk tjóð og norðurlendski samleikin millum føroyingar er sterkur. Hóast vit av formligum orsøkum enn ikki hava fullan limaskap í norðurlendska politiska samstarvinum, so taka vit fult og heilt lut í mentanarsamstarvinum. Alla staðir, har vit møta í norðurlendskum samstarvi, tað verði seg politiskt ella mentanarligt, kenna vit okkum vælkomin.

Í øllum norðurlenskum høpi møta vit stórum tokka og ektaðum og livandi áhuga fyri landi, mentan og list okkara. Føroyingar hava fingið norðurlendskar virðislønir fyri listarlig avrik innan fleiri listagreinir. Hetta merkir, at vit ikki bert taka ímóti men, at vit hava eins nógv at geva okkara norðurlendsku brøðratjóðum og alheiminum.

Tað vakra og byggilistarliga meistarverkið í Gundadali er tí ikki bert ein stórfingin bróðurlig gáva frá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum til Føroya fólk og til hinar norðurlendsku tjóðirnar. Norðurlandahúsið er eisini eitt livandi prógv um vinalag millum brøðratjóðir og eitt prógv um tann stóra týdning, sum mentan og list hava fyri okkum menniskju. Tað er tí ikki av tilvild, at mentanarsamstarvið er ein hornasteinurin í samstarvinum millum norðurlendsku tjóðirnar.

Tað er torført við orðum at lýsa tann stóra týdning, ið Norðurlandahúsið hesi 25 árini hevur havt fyri okkum føroyingar. Húsið er vorðið savningarstaðið hjá okkum. Her hava fólk fingið listarligar upplivingar fyri lívið, her hava verið altjóða ráðstevnur og fundir, sum hava flutt mørk og sett Føroyar á heimskortið. Her hava verið tiltøk og samkomur, sum hava savnað fólk úr øllum landinum. Í húsinum hava verið ógloymandi løtur, har okkara egnu listafólk innan vakrar og tignarligar karmar hava fingið høvi at vísa landsmonnum, hvat tey duga og megna. Í húsinum hava Norðurlond givið okkum tað besta, ið tey kunnu bjóða. Húsið er tí ein fongur og ein stoltleiki fyri alt Føroya fólk.

Norðurlandahúsið er eisini við at gerast eitt aktiv og ein sterkur pallur hjá føroyingum í sambandi við tær avbjóðingar og teir møguleikar, sum altjóðagerðin gevur okkum. Í hesum høpi hevur víðkanin av húsinum serstakan týdning, og vit eru Norðurlanda Ráðharraráðnum sera takksom fyri tað álit og stórtøkni, sum her er víst okkum – sama vælvild og sami tokki sum fyri tjúgufimm árum síðan.

Vegna landsstýrið takki eg Norðurlandahúsinum fyri farnu tjúgufimm árini og ynski húsinum, stýrinum, starvsfólkum, brúkarum og øllum Norðurlondum hjartaliga til lukku við ynskinum um, at húsið eisini í framtíðini skal megna at virka til gleði og gangs fyri allar norðurlendsku tjóðirnar og annars øll, sum leita hendan vegin at kunna seg við okkum í Útnorðri.