Kvøða til Poul Poulsen

vanliga nevndur Poul á Skalla, Hvalba
á 80 ára degnum 6. oktober 2010

Sendi heilsu heim til Poul á Skalla

Nú tú fyllir áttati í dag

Vildi fegin heima hjá tær verði

Nú tú situr har í góðum lag


Har á Heygsvatni so mangar dagar

Spaldi tú við bátar og við skip

Hetta vatn tað dróð teg út á havið

Har tú seinni komst til rættan mann


Mangan dagin Poul ei var at síggja

Undir Garshamri hann lá og svam

Mamman spurdi hvar er Poul nú farin

Lítli mín hvar er tú blivin av


Ungur fór tú út á lívsins havið

Har við Drátti kundi verða við

Síðani við snotiligum fari

Kallsenni jú erpin tá tú var


Mangt eitt fótaspor tú hevur gingið

Har í Dagmarsvig tey ár tú vart

har við Sólborg og við Skallabrøður

hetta alt tú segði fyri mær


Har við kobba steinar og tre brødre

Mangan tú við Skallabrøður lá

Og til Grædefjørð og so Kokoyggjar

Alt tú minnist enn hvar í tú vart


So við norskum trolarum at sigla

Longva Sjøvik sigldi tú tá við

Mangur norðmaður tá mátti siga

"Fine grejer Poul, jo det er bra!


Nú eg endi kvøðu mína til tín

Eg tillukku ynski tær í dag

Harrans hond skal yvir tær nú vera

Hendan dag og framtíð tína við


Hjartaliga tillukku frá Johan Thomsen, Hvidovre