Kuvait kódnar: Hitin farin upp um 50 stig

Tey eru von við hita í arabiska landinum Kuvait, men í hesum døgum er hitin óvanliga høgur.

 



Hitabylgja hevur við sær, at hitin í eitt nú Kuvait býi er hitin farin upp um 50 stig. Í gjár vórðu máld 50,8 hitastig í býnum.

 


Tað kølnaði nakað í nátt, men lægsti hitin, sum varð máldur seinastu nátt, var 37 hitastig.

 



Hægst máldi hiti á jørðini nakrantíð varð máldur í sonevnda Death Valley í Kalifornia í 1913. Tá vórðu máld 56,7 hitastig.

 



Hægsti hiti í Europa nakrantíð, varð máldur í Murcia í Spania í 1994. Tá vórðu máld 47,2 hitastig.