Kuta átta pláss av heiminum í Vági

ELDRARØKT Spariætlanin á eldrarøktini í Suðuroy ber í sær, at átta kømur á nýggja ellis- og røktarheiminum í Suðury, helst koma at standa tóm í eina tíð

Tað verður eitt pusslispæl fyri tey framkomnu at fáa spariætlanina hjá Rósu Samuelsen á almannaøkinum, at ganga upp.
Sum vit greiða frá aðrastaðni í blaðnum, er ein partur av ætlanini, at tað skulu verða átta pláss færri á Suðuroyar ellis- og røktarheimi á Tvøroyri, tí øll tvímannakømur skulu niðurleggjast.
Men tað skal gerast við nátúrligari frágongd.Tað merkir, at so hvørt eitt búfólk á einum tvímannakamari fellur frá, skal onki nýtt búfólk takast inn á heimið.
Men hóast talan skal vera um nátúrliga frágongd, er tað longu ásett, at sparingin næsta ár skal vera 2,7 milliónir.
Tað er ongin, sum kann tryggja seg ímóti eini ávísari nátúrligari frágongd á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi næsta ár.
So fyri at gardera seg, er ætlanin, at tá ið nýggja ellis- og røktarheimið í Vági verður tikið í nýtslu næsta summar, fara átta kømur helst at standa tóm, siga keldur, sum standa málinum nær.
Á nýggja ellis og røktarheiminum í Vági er pláss fyri 24 fólkum, men tá ið tað letur upp, verður tað bara við 16 plássum í fyrstu syftu.
So verður ein millumrokning gjørd millum heimið í Vági og heimið á Tvøroyri, so at ein partur av játtanini til heimið í Vági, ístaðin verður førd yvir á heimið á Tvøroyri, líka til tann natúrliga frágongdin á heiminum á Tvøroyri hevur ført við sær, at átta fólk eru færri á tí heiminum.
Upprunaliga var ætlanin hjá landsstýriskvinnuni eisini at niðurleggja tey fimm plássini á sambýlinum á Tvøroyri, so at tey plássini eisini vórðu flutt til Vágs.
Men tvørafólk hava nú fingið at vita, at hendan ætlanin er slept.

Suðuroyingar siga sína hugsan

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er eisini formaður í stýrinum fyri Suðuroyar ellis- og røktarheim.
Men hann hevur ongar viðmerkingar til støðuna, eftir fundin við Nærverkið mánakvøldið.
Men hann sigur, at stýrið fer at gera sínar viðmerkingar, áðrenn langt um líður.
Men fyrst skal málið til viðgerðar í teimum sjey kommunustýrunum í oynni.
Sostatt fara kommunustýrini at taka málið upp á næsta kommunufundi.
Tá ið kommunurnar hava tikið sína støðu og boðað stýrinum fyri ellis og røktarheimum, fara vit at gera okkara viðmerkinar, sigur Kristin Michelsen.
Hava svikið lyftini

Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, heldur fast um, at ger Rósa Samuelsen álvara av at niðurleggja átta pláss á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, hevur samgongan svikið sítt lyfti til tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, sum hava spent seg út fyri at byggja ellis- og røktarheim Vági.
Hon sigur, at tá ið farið varð undir nýggja heimið í Vági, var grundarlagið, at talan skuldi vera um nýggj búpláss og nýggj størv.
Men skulu átta pláss niðurleggjast á Tvøroyri og 10-15 fólk sigast upp á Tvøroyri, er ikki talan um nýggja arbeiðspláss og nýggj búpláss.
Hon endurtók fyri Rás2 í gjár, at góðtekur flokkur hennara í samgonguni, Javnaðarflokkurin, fer hon at umhugsa støðu sína í flokkinum