Oyggjaleikirnir í Gotlandi vóru í gjárkvødið settir, og í morgun er ítrótturin á leikunum farin í gongd.
Kurvabólturin, ið fyri næstu ferð nakrantíð eigur umboðan fyri Føroyar á oyggjaleikum, spældi í morgun móti vertslandinum, Gotlandi.
Áðrenn dystin visti føroyska liðið at talan fór at blíva um truplan dyst, og soleiðis gjørdist eisini. Endaliga úrslitið var, at Gotland vann dystin 90-33, eftir at støðan í hálvleikinum var 46-12 til Gotland.
Úrslitini í kvarterunum vóru hesi:
1 Quarter: 20-9 til Gotland
2 Quarter: 46-12 til Gotland
3 Quarter: 67-26 til Gotland
4 Quarter: 90-33 til Gotland










