Kurt Mørkøre skoraði annað av málunum hjá Sogndal, tá teir spældu javnleik móti Kongsvinger sunnudagin.
Dysturin móti gamla felagnum hjá Julian Johnsson, var á útivølli, og bæði Kurt og Julian vóru við á liðnum hjá Sogndal frá byrjan.
Sogndal kom á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men beint eftir steðgin javnaði Kongsvinger. Sogndal spældi væl í fyrra hálvleiki, og Kongsvinger, sum hevði funnið fýra av teimum fyrstu fimm dystunum, var undir trýsti ein stóran part av fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki kom Kongsvinger afturíaftur, men Sogndal helt fram við sínum góða spæli. Kurt Mørkøre legði Sogndal fram um 2-1, tá hann fylgdi upp, eftir at ein viðspælari hevði roynt seg við einum skoti. Stutt eftir málið varð Kurt útskiftur. Í fyrra hálvleiki var hann av vøllinum í nakrar minuttir, tí hann fekk ein snudd.
Tað eydnaðist Kongsvinger at javna til 2-2, og tað gjørdist úrslitið av dystinum.
Sogndal hevur nú 9 stig fyri seks dystir, og teir liggja omanfyri miðjuna á stigatalvuni. Næstu ferð skulu Kurt og Julian spæla móti Byåsen, sum eisini liggur nakað omanfyri miðjuna, og hesin dysturin verður á heimavøllinum hjá Sogndal næsta sunnudag.