Norska 1. deild
Tíðin hjá Hans Fróða Hansen á besta liðnum i Sogndal er av. Liðbandsskaðin í fótliðnum hevur havt við sær, at miðverjin ikki hevur vant saman við hinum tær síðstu vikurnar, og í fyrradagin varð tað avgjørt, at Hans Fróði skal vera sjúkrameldaður í eina viku afturat.
Hetta ber við sær, at hann ikki verður á liðnum, tá Sogndal í dag fær vitjan av Vålerengen, og at hann heldur ikki verður við, tá seinni dysturin verður spældur í oslo mikudagin í komandi viku. Hans Fróði flytir til Føroya í vikuskiftinum. Tað vil siga, at hann saman við øðrum fótbóltsáhugaðum føroyingum fer at fylgja gongdini í Oslo úr Føroyum.
Kurt søguligur
Julian Johnsson var leikbannaður sunnudagin, tá Sogndal í síðsta landskappingardystinum vann 2?1 á Kjelsås. Julian er tøkur seinnapartin í dag, og tað fegnast teir í Sogndal um.
Kurt Mørkøre skoraði seinna málið sunnudagin. Harvið rakk hann 20 málum í alt í teimum 26 landskappingardystunum (Kurt spældi ikki allar ferðirnar), og tað er met í Sogndal, meðan liðið hevur verið umboðað í bestu og næstbestu deildini.
Frammanundan var metið 19 mál. Metið átti eingin annar enn Tor Andre Flo, sum í fleiri ár hevur verið og framvegis er í álopinum hjá Chelsea, har hann hevur skorað eina rúgvu av málum.
Í Sogndal fegnast teir um, at tað í fjør eydnaðist teimum í felagnum at fáa Kurt Mørkøre at skifta bakingina í Klaksvík um við fótbóltin í Sogndal. Og tað er ikki at undrast yvir, tá hugsað verður um úrtøkuna hjá Kurt Mørkøre og harvið eisini Sogndal.