Kurt finnur framvegis meskarnar

Fyrrverandi venjarin og stórskjúttin hjá klaksvíkingum var hóskvøldið á Molde stadion og hugdi at gomlu liðfeløgunum

Kurt Mørkøre er eitt stórt fótbóltsnavn í Klaksvík. Seinastu fjórðings øldina er Kurt kanska mest skattaði KÍ spælarin yvirhøvur. Í fjør var hann venjari í Klaksvík. Felagið vildi fegið hava, at Kurt helt fram í venjarastarvinum, men tað bar ikki til, tí Kurt flutti til Noregs saman við familjuni.
Kurt Mørkøre hevur áður spælt fótbólt við Molde. Hann býr ikki so langt burtur frá Molde, og meðan KÍ ferðalagið var í Molde, var Mørkøre familjan inni í myndini bæði so og so. Onkrir av gomlu liðfeløgunum og javnaldrunum vóru inni á gólvinum hjá Kurt, og konan, Ragnhild, arbeiddi í móttøkuni á gistingarhúsinum, sum helmingurin av ferðalagnum - øll sum ikki beinleiðis høvdu við KÍ liðið at gera - hildu til í.
Kurt Mørkøre arbeiðir fulla tíð sum bakari. Í frítíðini er hann spælandi venjari hjá Eide, sum spælir í 3. deild, ið er fjórða deildin. Mikukvøldið spældu teir á heimavølli ímóti Midsund, og Eide vann 3-2. Fyrsta málið skoraði Kurt Mørkøre upp á brotsspark.
Eide er á fimta plássi eftir fimtan av 22 umførum. Tað eru ellivu stig fram til oddaliðið. Eide hevur ongan møguleika í hesum kappingarárinum at flyta upp, men teir vóna at flyta upp í 2. deild um tvey ár.
Hóskvøldið undan dystarbyrjan vóru Kurt og dótturin inni á gólvinum og heilsaðu upp á KÍ viðhaldsfólkini. Vit skilja á lagnum, at tey trívast sera væl, og at alt bendir á, at Kurt verður í Noregi. At klaksvíkingar og KÍ framvegis hava Kurt í huganum var sjón fyri søgn hóskvøldið.