Kurt Dal Christiansen deyður

Hósdagin 16. oktober andaðist Kurt Dal-Christiansen í Havn, 56 ára gamal.

Kurt var føddur í Keypmannahavn 5. oktober 1947. Saman við beiggjanum Per bleiv hann sum smádrongdur ættleiddur av føroysku foreldrunum Annu og Arnold Dal-Christiansen í Havn. Anna (1911-1999) var dóttir Anettu, f. Andersen, ættað úr Noregi, og Hans Joensen keypmann í Havn, og Arnold (1912-1997) var sonur Linu, f. Dal-Christiansen, og Sophus Christiansen, skómakara, í Havn.
Kurt byrjaði sum ungur at arbeiða uppá bilar, og hevði hann stóran áhuga í hesum faki. Enn eru tað fleiri sum minnast hansara snøggu Rambler kassabilar. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Jóhannes Berg í Havn. Hansara sergrein innan bilar bleiv upprætting av buglum og lakkering, sum hann var sera dugnaligur til. Hann varð kendur fyri at gera gott arbeiði og fyri at duga væl at blanda lakk til bilar. Tá bilverkstøð kring landið høvdu trupulleikar við at at fáa lakkið at líkjast, vóru boð eftir Kurt. Um hann t.d. fekk eitt bensindeksil í sama liti sum bilurin, var tað bert ein lítil løta, til rætti liturin varð funnin. Hetta var áðrenn bilverkstøðini sjálvi fingu tól at blanda lakk við.
Kurt arbeiddi á ymiskum bilverkstøðum, sum t.d. hjá Carlo Petersen, sum hevði bilverkstað í Torfinsgøtu, Reyni Service í Hoyvík, Jonhard Brøðraberg í Gundadali og hjá Ivan Johansen við Hoyvíksvegin.
Fyrst í 90-unum hevði hann egnan bilverkstað við Smyrilsvegin í Havn, til hann mátti gevast vegna sjúku fyri umleið 10 árum síðan.
Seinnu árini hevur Kurt búð á Røktardeildini á Landssjúkrahúsinum. Kurt átti dóttrina Eilis, sum býr og í Vejle, og abbasynirnar Marcus og Mathias.