Kurt dámar væl nýtt gras

Fótbóltur, 1. deild menn: Kurt Mørkøre kom inn og skoraði fyrsta málið hjá KÍ móti ÍF

Fyrsti málskjútti á nýggja graslíkinum í Klaksvík var Kurt Mørkøre. Hann kom inn tíðliga í 2. hálvleiki, og bara eina lítla løtu seinni hevði hann skorað.

Tá vit minna Kurt á, at hann eisini skoraði í fyrsta í landskappingardystinum í fremstu røð á gamla vøllinum, er hann beinanvegin við:

? Tað var í 1988. Vøllurin varð tikin í brúk á norðoyastevnu, og eg spældi við LÍF. Vit vunnu 4-1, og í 2. hálvleiki skoraði eg triðja málið. Hini málini skoraðu bretin Martin Nudget, ið gjørdi tvey, og so Sigurd Vatnhamar.

Og so leggur Kurt Mørkøre skemtandi afturat, at tað er ikki bara á nýggjum graslíkisvøllum, at hann skorar:

? Síðsti dysturin á gamla graslíkinum her í Klaksvík var ímóti Sumba. Vit vunnu 4-1, og eg skoraði síðsta málið!