Kurt Mørkøre er aftur í nánd av landsliðnum. Tað sást á yvirlitinum, sum FSF í síðstu viku almannakunngjørdi. Á yvirlitinum eru nøvnini á teimum spælarunum, sum landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, í fyrstu atløgu roknar at vera evni til landsliðið komandi ár. Kurt Mørkøre, sum ikki hevur verið á landsliðnum síðani venjingarleguna á Kypros í februar 1996, tá dystir vórðu spældir ímóti Estlandi og Aserbadjan, er skrásettur fyri at hava spælt 26 landsdystir.
Eftir at Kurt Mørkøre var vorðin yrkisspælari í Sogndal, boðaði hann frá, at tað nú bar honum til aftur at spæla á landsliðnum, men tá venjarin valdi átjan manna hópin til Kekkia ferðina, sást einki til navnið Kurt Mørkøre.
Landsliðið skal í tíðarskeiðnum 28. januar til 6. februar á venjingarlegu í Spania, og sammett við undanfarnu árini er venjingarlegan komandi ár serliga spennandi, tí landsliðið skal spæla tveir landsdystir. Annar verður móti Finnlandi, og hin verður móti Íslandi. Tað er fyri at tryggja sær, at spælararnir eru farnir undir venjingina, at Allan Simonsen vil hava spælararnar at koma á Svangaskarð í tveimum vikuskiftum í januar.
29 nøvn eru á listanum hjá venjaranum, og spælararnir, sum venjarin roknar at hoyra til kring landsliðið, eru Henning Jarnskor, Sunvard Joensen, Sámal Joensen og Bartal Eliasen, GÍ, John Ryan, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni og Arnold Joensen, KÍ, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Pól Thorsteinsson, Jákup á Borg, John Petersen og Arnbjørn Danielsen, B36, Jóhannis Joensen, Jákup Eli Olsen, Jan C. Dam og Hans Fróði Hansen, HB, Fróði Benjaminsen, B68, Helgi L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Jens Martin Knudsen, Leiftur, Uni Arge, Akranes, Julian Johnsson og Kurt Mørkøre, Sogndal, Jákup Mikkelsen, Herfølge, Todi Jónsson, FCK, Óli Johannesen, AGF og Allan Mørkøre, ÍBV.
Venjingarnar á Svangaskarði verða vikuskiftini 15./16. og 22./23. januar, og tað verður undirstrikað, at tær eru bara ætlaðar spælarum, sum vera staddir í Føroyum. Tað vil við øðrum orðum siga, at venjarin og Fótbóltssambandið síggja onga orsøk til at fáa útisetarnar, sum í januar verða farnir undir venjingina í útlendsku feløgunum, heim til Føroya at venja.
Boð av nýggum
Yvirlitið vísir, at venjarin framvegis roknar fleiri av spælarunum, sum ikki hava verið við í longri tíð, at hoyra til brutto hópin.
Arnbjørn Danielsen hevur ikki fingið landsliðsboð í meiri enn eitt ár, men nú hevur hann fingið bræv um at koma á Svangaskarð. Jan Dam leyp so at siga av, tá átjan manna hópurin varð mannaður til dystirnar eftir summarsteðgin, men nú hevur venjarin aftur sent boð eftir honum.
John Ryan boðaði fyrr í heyst venjaranum frá, at hann var ikki áhugaður í at vera við á landsliðnum, og í Ítróttarsosialinum segði hann, at hann hevði sagt við venjaran, at hann ætlaði sær ikki at geva avboð, sjálvt um venjarin sendi boð eftir honum. Allan Simonsen vil hava John Ryan við til venjingarnar á Svangaskarði, og so fæst at síggja, um vongspælarin hjá KÍ hevur skift áskoðan, og um hann hevur givið hetta til kennar, ella um hann framvegis hevur áskoðanina, sum gjørdi, at hann ikki var við á landsliðsferðini í Kekkia.
Millum teir 29, sum eru á listanum, eru tveir, sum ikki eru skrásettir fyri at hava spælt á landsliðnum. Teir eru Helgi L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen. Hinir 27 hava allir áður spælt á landsliðnum. Helgi L. Petersen hevur áður verið í nánd av landsliðnum, meðan hetta er fyrsta ferðin, at Christian Høgni Jacobsen hevur fingið boð um at taka lut í venjing hjá a-landsliðnum. Hann hevur áður spælt bæði á u-16 og u-18 landsliðnum.
Fótbóltssambandið hevur fingið at vita, at Pól Thorsteinsson verður leikbannaður í trimum teimum fyrstu HM undankappingar dystunum, men hetta hevur ikki hildið venjaranum frá at heita á Pól, sum hevur verið ein av álitismonnunum hjá Allani Simonsen, um at taka lut í landsliðsvenjingini.
Nógvar skiftingar
Tað gongur sjón fyri søgn, at spælararnir flyta títt og ofta millum feløgini. Hetta er yvirlitið frá FSF gott dømi um. Í yvirlitinum standa Arnbjørn Danielsen og Øssur Hansen at umboða B36 og Jákup Eli Olsen stendur at umboða HB. Tað má merkja, at spæliloyvini hjá toftamonnunum eru framvegis í høvuðsstaðnum, sjálvt um teir allir hava gjørt avtalu við B68 um at spæla á Toftum komandi ár. Tað hevur Jan Dam eisini, men spæliloyvið hjá honum tykist eisini vera í HB.
Uni Arge og Allan Mørkøre spældu síðstu umførini í heyst við HB. Í yvirlitinum hjá FSF sæst, at spæliloyvið hjá Una Arge er flutt til Akranesar, har hann skal spæla komandi ár, og at spæliloyvið hjá Allani Mørkøre er flutt aftur til Vestmannaoyggjarnar.
Jens Martin Knudsen og Jens Kristian Hansen eru báðir í Skotlandi og spæla fótbólt, men á FSF listanum verða teir sagdir at hoyra til ávikavíst Leiftur og B36. Sámal Joensen hevur gjørt avtalu við Leiftur, men sambært listan er spæliloyvið hjá honum framvegis í Gøtu, og sjálvt um Hans Fróði Hansen stutt eftir kappingarlok í Føroyum fór til Sogndal í Noregi, so stendur hann framvegis at hoyra til HB.
Eina ferð var ætlanin, at bæði Christian Høgni Jacobsen og Helgi L. Petersen skuldu flyta úr NSÍ og til GÍ. Nú sigst at Christian Høgni verður verandi í Runavík. Sambært FSF listan er spæliloyvið hjá Helga L. Petersen framvegis í Runavík.










