Spekulatión á virðisbrævamarknaðinum fekk í gjár partabrævið í Atlantsflog upp í topp. Tað var tað mest vaksandi partabrævið í gjár.
Eftir at Atlantsflog stutt eftir middag í gjár boðaði frá, at felagið ætlar at keypa øll partabrøvini frá privatu partaeigarunum, hækkaði kursurin á virðisbrævamarknaðinum beinanvegin.
Lesið eisini: Okkurt má henda við Atlantsflog
Men tað er valla tí, at spekulantarnir á virðisbrævamarknaðinum hava serligt álit á Johan Dahl ella á føroyska flogfelagnum. Heldur eru tað fólk, sum ætla at fáa nakrar lætt tjentar krónur.
Nevndin boðaði frá, at hon fer at bjóða smáu partaeigarum at keypa fyri kurs 210, sum er væl meira enn marknaðarvirðið var í gjár, tá kursurin var 141. Men ein slík fráboðan fær sjálvandi ávirkan á marknaðarprísin, sum við dagslok var komin upp í 202,5.
Orsøkin til ein slíkan prísvøkstur er sjálvsagt tann mekanisman, sum ger, at tá felagið sjálvt bjóðar at keypa til kurs 210, so ræður um hjá spekulantum at keypa sum skjótast fyri so lágan kurs sum gjørligt – helst fyri kurs 141 – og so selja aftur til Atlantsflog fyri kurs 210. So kundi onkur gjørt ein góðan handil.
Ein av grundgevingunum hjá nevndini í Atlantsflog fyri keypa er, at privatu partabrøvini »mangan hava órógvað felagið í dagliga virkseminum seinnu árini«, sigur nevndin í tíðindaskrivinum, sum varð sent út bent eftir middag í gjár. Tí býður nevndin sær nú til at keypa privata partin aftur.
Hóast tað var landsstýrið, sum fekk pengarnar fyri søluna á sinni, so verður tað nú felagið sjálvt sum skal rinda afturkeypið av partabrøvunum, sum verða keypt fyri ein væl lægri kurs, enn tey vórðu seld fyri í 2007, tá felagið varð privatiserað. Tá var kursurin 261, so her missa privatu partaeigararnir tað, sum svarar til kurs 51.
Men tað fer eisini at síggjast aftur í gjaldførinum hjá Atlantsflog, sum skal brúka 71 milliónir av uppsparda kapitali felagsins. Harvið verður felagið tær 71 milliónirnar fátækari, meðan landsstýrið verður tilsvarndi ríkari. Tapararnir kunnu so bara verða tey, sum rinda fyri at flúgva við flogfelagnum – og privatu partaeigararnir.
Eftir stendur Johan Dahl – umboðandi Føroya fólk – við 100 prosentum av partabrøvunum í Atlantsflog. Hann kann nú ráða einsamallur og sleppur frá at lurta eftir misnøgdum privatum partaeigarum, sum kenna seg snýttar av einum landsstýri, sum segði seg vilja privatisera almenn partafeløg – men sum kortini einki meinti við tað.
Soleiðis hevur landskassin tjent smáar 100 milliónir krónur upp á lokka privatar íleggjarar at keypa partabrøv undir skeivum fortreytum. Lumpaðu partaeigararnir missa 18 milliónir krónur – og felagið sjálvt rindar tær 71 milliónirnar, sum bara kunnu vinnast innaftur við øktum flogferðaseðlaprísum.










