Tíðindini um stóru kursbroytingarnar á partabrævinum hjá Atlantic Petroleum hava av álvara sett ferð á handilin av partabrævinum.
Eftirspurningurin er øktur við øgiligari ferð, og so eru marknaðarkreftirnar av álvara traðkaðar til. Er prísurin nóg høgur, vilja fleiri brádliga selja - og við hækkandi útboði fellur prísurin aftur.
Tá marknaðurin í Íslandi læt upp hósdagin, var kursurin á AP-partabrævinum oman fyri 800, og fyrra helmingin av degnum helt hann sær eisini á hesum støði. Men stutt eftir døgurða kom av álvara fall í prísin, soleiðis at kursurin við dagslok var komin niður á 639.
Hvørt hetta er eitt meira veruligt virði á partabrævinum, fara komandi dagarnir helst at geva eina góða ábending um. Sannlíkt er í øllum førum, at kursbroytingarnar verða hampuliga stórar. Hetta vil kanska skapa nakað av varsemi millum teirra, sum handlað á marknaðinum, men samstundis gevur hetta eisini góðan gróðrarbotn fyri skjótum spekulatiónshandlum, og tí kann talan væl gerast um nógvar transaktiónir komandi dagarnar. Hósdagin setti handilin við partabrævinum met við 10 mió kr., og hóast kursfallið seinnapartin, er langt ífrá víst, at hetta metið verður standandi serliga leingi. Ikki minst, tí talan - hóast kursfallið - framhaldandi hevur verið um eitt sera gott avkast hjá størsta partinum av íleggjarunum.
At hetta er gjørligt, kemst partvíst av, at Atlantic Petroleum er fyrsta oljupartabrævið, sum er skrásett á ICEX. Tí hevur kursdannilsið her ikki sama automatik, sum eitt nú er galdandi á London Stock Exchange, har hópin av oljufeløgum eru noterað.