ÁLIT
Gerhard Lognberg, sum er annað umboðið hjá Sandoyar Skúlasambandi í bygginevndini aftanfyri ítróttarhøllina Inni í Dal, sigur seg vera vitandi um, at útbjóðingin av jørðarbeiðnum ikki hevur hildið sum ætlað.
- Vit hava eisini havt fund um hetta, og eg havi fult álit á, at tíðarætlanin ikki fer at draga út.
Gerhard Lognberg heldur tað vera órógvandi, at stígur kom í hesa útbjóðing júst um somu tíð, sum Sosialurin hevði innlegsblað úr Sandoynni, har eisini henda verkætlan varð umrødd.
Hann hevur ikki hug at siga so nógv um, hví stígur kom í útbjóðingina, men vil heldur siga, at hann hevur fult álit á, at hesin parturin av verkætlanini nú verður framdur eftir tíðarætlanini – um enn nakrar dagar seinkað.
- Eg havi ikki hug at gera fleiri viðmerkingar til hetta mál í løtuni, men eg trúgvi virkuliga, at kurilin, sum var komin í málið, nú er loystur, og at ætlanin verður framd, soleiðis sum Landsverk hevur sett út í kortið við síni útbjóðing, sigur formaðurin í Sandoyar Skúlasambandi og limurin í bygginevndini, Gerhard Lognberg.