Kuril á tí tráðleysa

Trupulleikar við fartelefonnetinum í Miðbýnum í Havn høvdu við sær, at torført var at fáa samband við fartelefonir staddar í økinum.

 

»Telefonin, ið tygum hava ringt til, kann ikki røkkast í løtuni«. Hesi boðini, søgd við blíari kvinnurødd, fingu nógv fólk, ið royndu at ringja til fartelefonir staddar í Havnini sunnudagin og mánadagin. Orsøkin var, at Føroya Tele hevði sett nýggja fartelefonútgerð upp í Miðbýnum, sum hevði onkrar byrjunartrupulleikar.

Føroya Tele gjørdist varugt við hesar trupulleikar mánadagin og fór tá undir at hyggja nýggju útgerðina ígjøgnum aftur.

Sambært Hjallgrim Hentze, stjóra á Teksnisku deild á Føroya Tele, var útgerðin komin í rættlag í gjár.

Við nýggju útgerðini verður kapasiteturin mitt í Havnini væl størri enn hann hevur verið. Nýggja útgerðin veitir 30 kanalir afturat teimum, sum fyrr hava verið. Tað merkir, at 30 fólk fleiri nú kunnu tosa í fartelefon ísenn í Miðbýnum í Havn.

Føroya Tele útbygir javnan kapasitetin á fartelefonnetinum í takt við tað alsamt vaksandi talið av fartelefonfelagum.