Kuril millum Føroyar og Rusland

Oddagrein:

Føroyar hava siðvenju fyri gott búskaparligt samband við Rusland. Í fimmti- og sekstiárunum var sildarok norðan fyri Føroyar. Fimmtiárini vóru vánlig ár við stórum búskaparligum trupulleikum. Nýggi sildafiskiskapurin kom tí sera væl við. Sildin saltað í tunnur umborð og síðani varð umpakkað á landi og útflutt í somu tunnum. Saltsildin gav sera nógv arbeiði bæði á sjógvi og landi. Tað var tó ikki sum at siga tað at sleppa av við hesa framleiðsluna. Nógv varð roynt eitt nú frá politiskari síðu at hjálpa vinnuni. Tiltikið var fyrsta diplomatiska átak Føroya í Eystureuropa, tá Hákun Djurhuus, landsstýrismaður í vinnumálum, fór til Moskva og ruddaði slóð fyri útflutningini av føroyskari saltsild til Sovjet. Um hetta mundið var einki Útvarp Føroya, men tað sigst, at føroyingar sótu sum undir lestri, meðan Hákun, ið var góður frásøgumaður, greiddi frá ferð síni handan Jarntjaldið.

 

Nógv vatn er runnið í áir, síðan Hákun Djurhuus vitjaði í Kreml, nógv er broytt. Sovjet er vorðið aftur til Rusland, eitt nútímans stórveldi við marknaðarbúskapi og øllum, sum her til hoyrir. Hetta skeiðið hevur búskaparliga sambandið við stórveldið verið eitt sindur sveiggjandi. Men samstarvið hevur verið gott, og føroyingar og russar hava í ártíggjur havt sínamillum avtalur um veiðirættindi í Barentshavinum og í føroyskum sjóøki. Hesar fiskiveiðiavtalur hava verið til gangs fyri báðar partar, og samráðingarnar hava, eftir hvat almenningurin hevur fatað, gingið til í góðum samráðingaranda. Sostatt fær niðurstøðan valla verið onnur enn, at búskaparliga samstarvið millum Føroyar og Rusland søgliga sæð hevur verið gott og gagnligt fyri báðar partar. Stóri russiski flotin í Norðurhøvum hevur hartil notið mikið gagn av havnum og firðum okkara, heilsuverki og útgerðafyritøkum.

 

Men nú er so kuril komin á tráðin. Rusland, ið hevur keypt nógvan føroyskan alifisk, hevur knapliga steðgað hesum útflutning. Tann 11. august eru komin boð frá russisku veterineru myndugleikunum um, at fiskavørur frá føroyskum laksavirkjum ikki kunnu innflytast til Russlands eftir fyrsta september í ár. Hetta er eitt sera løgið mál, tí føroysku virkini, ið flyta út alifisk hava allar vanligar ES góðkenningar, ið eru bæði strangar og sakliga grundaðar. Okkurt kundi bent á, at hetta mál snýr seg um annað enn bert heilsufrøðiligu viðurskiftini inni á føroysku virkjunum. Hesin trupulleiki kann tí bert loysast á politiskum stigi við diplomatiskum átøkum. Landsstýrið, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, russiski konslin og uttanríkisráðið eiga alt fyri eitt at fara undir at greiða hetta løgna mál. Tá hetta er greitt, eiga samráðingarnar um eina handilsavtalu við Rusland at vera tiknar uppaftur, so ein slík avtala kann mynda karmin um okkara framtíðar búskaparsamstarv við hetta stórveldið og soleiðis, at sleppast kann undan slíkum skaðiligum hendingum, sum føroysku alivinnuni nú er fyri.