Kurdarnir har norðuri í Irak fóru í morgun undir at útflyta olju úr teimum stóru keldunum í tí kurdiska landspartinum Kurdarnir hava gjørt avtalu við stjórnina í Bagdad, og sambært henni kunnu teir útflyta 90.000 tunnur um dagin í fyrsta umfari.
Kurdiska oljan verður flutt ígjøgnum rørlieðingar í Turkalandi, og kurdarnir avgera sjálvir, hvussu og hvar teir selja oljuna á heimsmarknaðinum, skrivar Reuters.
Ein talsmaður fyri kurdisku myndugleikarnar sigur við tíðindastovuna, at ætlanin er at tvífalda útflutningin tey bæði næstu árini.









