Kurdar skotið 13 turkiskar hermenn

Ein óvanliga harður samanbrestur millum turkiskar stjórnarhermenn og kurdiskar uppreistrarmenn í dag kostaði 13 stjórnarhermonnum og fimm uppreistrarmonnum lívið. Harafturat vórðu sjey stjórnarhermenn særdir í samanbrestinum, sum var í Diyarbakir-landslutinum.

Sum skilst vóru tað kurdarnir, sum lupu á, og álopið kom eftir øllum at døma óvart á stjórnarhermenninar. Talsmenn fyri myndugleikarnar siga, at hetta er tann mest blóðugi samanbresturin, síðani kurdiski arbeiðaraflokkurin PKK kunngjørdi í februar, at hann fór at taka bardagan fyri einum kurdiskum ríki uppaftur.

Aftan á bardagarnar sendi turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, alt fyri eitt boð eftir leiðarunum í herinum og fregnartænastuni at viðgera tilburðin.