Kurdar fáa ikki egið land

Turkiski forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, segði í dag, at tað kemur ikki upp á tal at lata kurdar skipa eitt sjálvstøðugt øki í Sýrialandi. Nógvir kurdar eru millum uppreistrarmenninar í Sýrialandi, og tað ljóðar, at teir hava tryggjað sær valdið í fimm býum nærhendis markinum millum Sýrialand og Turkaland.

Politiskir eygleiðarar siga, at Turkaland fer ikki at góðtaka, at kurdar fáa eitt sjálvstøðugt øki hinumegin sýriska markið. Erdogan segði, at hann og stjórnin í Ankara fylgja væl við, hvat hendir í Sýrialandi, og hann duldi ikki fyri, at Turkaland fer at taka neyðug stig, um kurdar í Turkalandi og Sýrialandi fara at samskipa seg.

Kurdar hava í mong ár stríðst fyri egnum landi, og stríðið millum kurdarnar og turkiska herin hevur kostað nógv túsund mannalív.