Kura er nýggjur dagstovnur í Kollafirði

Ein tann týdningarmesta íløgan fyri at ein býur ella eina bygd kann fjølgast, er at tryggja børnunum  og barnafamiljum góðar umstøður - góðar dagstovnar.  Og soleiðis er tað eisini í Kollafirði.

 

Síðani Kollafjørður og Tórshavnar kommuna løgdu saman í eina kommunu, hevur samanlagda kommunan lagt dent á at gera neyðugar íløgur í Kollafjørð, so at trivnaðurin her norðuri er á sama støði sum í kommununi annars.

 

Ítróttarhøll er bygd, bussleiðin koyrir til Kollafjarðar, fríðkað er um í bygdini, spælipláss fer at verða gjørt við skúlan, ungdómstilboð er sett á stovn í bygdini,  útstykkingarætlan er gjørd, og einki er at ivast í at bæði fólkatal og barnatal fer at fjølgast í næstum í Kollafirði.

 

Og í dag verður nýggjur dagstovnur tikin í nýtslu eins og ein dagførd bátahavn í Kollafirði.

 

Millum Bóla og Við Bótánna kundu ikki umvælast

Tá ið henda býráðssamgongan tók við í 2013 varð tað skjótt greitt, at umstøðurnar á báðum dagstovnunum  í Kollafirði vóru langt frá nøktandi. Stovnarnir vóru í so mikið ringum standi, at tað gav ikki meining at bøta um verandi stovnar, og avgerð varð tikin um at byggja ein nýggjan dagstovn í Kollafirði.  

 

Bert eitt gjald - systkin eru ókeypis á dagstovni í Tórshavnar Kommunu

Vit kunnu eisini fegnast um, at Tórshavnar Kommuna hevur skipað soleiðis fyri, at foreldur sum hava fleiri børn á dagstovni einans gjalda fyri eitt barn. Tað ger tað munandi lættari at vera barnafamilja ì Kollafirði og í Havn.

 

Og nú er klárt at fara flyta inn í nýggjan dagstovn í Kollafirði – sum byggifyritøkan Bulur hevur smíðað.  

 

Nógv atlit eru tikin til trivnað og námsfrøði – og eisini til umhvørvið. Tí stovnurin verður hitaður við jarðhita, ið er ein umhvørvisvinarlig og varandi orkukelda.

 

Sum forkvinna í Mentamálanevndini fegnist eg um, at so góðar og framskygdar íløgur verða gjørdar í allari kommununi. Tað er vegurin til trivnað og fólkavøkstur.

 

Kura er ætlað til 80 børn

Dagstovnurin í Kollafirði  er bygdur til at hýsa 80 børnum. Og beinan vegin flyta uml. 70 børn inn í stovnin, og koma tey frá teimum báðum stovnunum við Bótánna og Millum Bóla. Nýggi stovnurin hevur fingið vakra og stutta navnið Kura, ið merkir umsorgan – og eg ivist onga løtu í, at her fara børn at trívast í námsfrøðiligum framúrskarandi umstøðum.

 

Frítíðarskúli er eisini settur á stovn í Kollafirði – og ganga tað 25 børn í frítíðarskúla hvønn dag.

 

Ungdómstilboðið Úthangið er ein succes

Og sum seinasta skotið á trænum er ungdómstilboðið  “Úthangið” byrjað í ár, eitt tiltak, ið hevur fingið stak góða undirtøku eftir stutta tíð. Eini 60 ung trívast og hugna sær í Úthanginum, sum húsast í  dagstovninum við Bótánna.

 

Eg vil fegin takka tykkum báðum Emely Djurhuus og Connie Lassen fyri eitt megnar arbeiði fyri at fáa hetta nýggja ungdómstilboð til at rigga so væl.  

 

Eg vil eisini takka øllum tykkum starvsfólkum fyri at hava rikið stovnarnar so væl undir so truplum umstøðum.

 

Leiðari fyri nýggja dagstovnin Kura er Connie Lassen. Connie dugir so væl at fáa tað besta fram í øllum teimum starvsfólkum, sum hon samstarvar við. So børnini í Kollafirði eru í góðum hondum.

 

Við tveimum ørindum úr barnarímuni “Morgunsongur” eftir Hans Andrias Djurhuus, fari eg at ynskja børnum og barnafamiljum eins og kollfirðingum øllum hjartaliga tillukku  og Guds signing í øllum tí starvi, sum fer at vera útinnt her á Kura á hvørjum degi í framtíðini.

 

Morgunsongur

Gud, tú ið tendraði mána og sól

Gav øllum livandi anda

Og var í vanda vár verja og skjól,

Bjargaði okkum úr vanda.

Signa tú verkið, vit gera í dag

Gev okkum gleði og lær okkum tað

Sterk móti syndum at standa.

                 

Signa várt eyga, at bara tað sær

Tað ið er gott og kann menna

At tú ert altíð í neyðini nær

Lat okkum føla og kenna.
Legg okkum góðsku í hjarta og sál

Leið okkum Harri, hvar gøtan er hál

Og har, ið áirnar renna.

 

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevnd Býráðsins.