Kunst tarmur – ikki heftiplástur



Sosialurin skrivaði herfyri um mann, sum fann eitt heftiplástur í livradeiggi frá Miklagarði. Nú hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan kannað plástri, og niðurstøðan er, at hetta er eitt petti av einum kunsttarmi og ikki eitt heftiplástur. Hetta sigur Elspa Danielsen frá Matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

- Vit fingu eitt petti av einum kunsttarmi at samanbera við, og hetta líkist akkurát pettinum í livradeigginum, sigur hon. Danska fyritøkan sum selur frystu livrina til føroyska handilin ger eisini pylsur, og tí er tað ikki ósannlíkt, at hetta var eitt tílíkt petti, sigur starvsstovan.